Herflotavenjing í Arktis

Fyri fyrstu ferð hevur Kanada gjørt av at hava eina herflotavenjing norðan fyri Pólkringin. Kanadiskir talsmenn siga, at endamálið við vennjingini er ikki bara at venja hermenninar, men at venjingin skal eisini staðfesta kanadiska fullveldið í tí arktiska økinum.

Heryvirmaðurin Justin Simmons sigur við sjónvarpið CBC News, at trý herskip eru á veg til Resolute Bay, sum er á 72 stigum norður, og so langt norðuri hevur einki kanadiskt herskip verið fyrr, sigur hann.

Umframt 900 hermenn úr Kanada eru hermenn úr USA og Danmark við í venjingini, sum hóskandi hevur fingið heitið Nanok, skrivar KNR