Lokala deildin hjá Eik banka í Miðvági vísir hvønn mánað fram listaverk hjá ymiskum fólkum. Í september er tað Herfinn Thomassen, ið sýnir fram á Listavegginum hjá Eik í Miðvági.
Herfinn er sørvingur, sjálvlærdur myndamaður og arbeiðir sjálvstøðugt við hesum yrki í Sørvági, har hann arbeiðir við millum øðrum myndaarbeiði og framkalling.
Nógvar av hansara myndum hann tekur, eru førdar yvir á lørift og eru tað nakrar av hesum, ið fólk hava møguleikan at síggja í bygninginum hjá Eik.