Herferðin hjá Sea Shepherd komin í helvt

Fólkini hjá Sea Shepherd í Føroyum eru nú komin hálvan veg við herferðini í Føroyum. Herferðin er sett at vara í 115 dagar fram til oktober, og dagurin í dag er nummar 57

Fólkini hjá Sea Shepherd í Føroyum eru nú komin hálvan veg við herferðini í Føroyum. Herferðin er sett at vara í 115 dagar fram til oktober, og dagurin í dag er nummar 57.

 

– Eingin hvalur er deyður hesar 57 dagarnar, og vit møta støðugt meira vreiði millum føroyingar, sum leingast eftir at drepa grind. Tað merkir, at vit mugu halda ímóti trýstinum, og tí tøvar okkum teg at hjálpa okkum, siga tey í áheitan á Facebook, har tey heita á fleiri sjálvboðin um at koma til Føroya at hjálpa teimum.

 

– Kom og ver partur av manning okkara í Føroyum og hjálp okkum at verja hesi fantastisku dýrini í Norðuratlantshavi, siga tey í áheitanini.

 

Tey vísa á, at tað er ókeypis at vera við í herferðini, og at tað er bíligt at búgva í Føroyum.

 

– Fólkini gjalda í miðal 300 dollarar um vikuna til mat og neyðug forsýningar, so tað er munandi bílari, enn vit hildu frammaundan, siga tey.