Herferð um trygdarbelti hevur onga ávirkan

Tá danska Ferðslutrygd í 1998 gjørdi kanningar saman við løgregluni, vísti tað seg, at 30% av bilførarum koyrdu uttan trygdarbelti.

Við eini umfatandi kampanju tá eydnaðist at fáa talið niður á 24%, og tað meðaltalið hevur hildið sær síðani. Við ársenda farna ár varð ein roynd gjørd aftur, og løgreglan gjørdi so kanningar undan og eftir herferðini. Men herferðin hevði als onga ávirkan ? vinarligar áminningar virkaðu heilt einfalt ikki. Meðaltalið á teimum, sum ikki nýta trygdarbelti, er framvegis 24%. Men ringast stendur sum vant til hjá ungu monnunum millum 18 og 24, har 44% ikki nýta trygdarbelti. Einasta loysn tykist tí at vera at bøturnar verða hækkaðar, so tær veruliga svíða, skrivar Ferðslutrygd á heimasíðuni