Fyribyrgingarráðið fór í morgun undir eina herferð ímóti royking, nevnd ?Mín besti vinur?. Herferðin verndir sær móti 5. floks næmingum, og høvðusparturin er ein leikur. Birita Mohr leikstjórnar leikinum, ið er gjørdur til herferðina. Ætlanin er at ferðast kring landið og spæla, inntil allir 5. flokkar í landinum hava sæð leikin.
Leikurin snýr seg um Nicotinu og Abstinensalon, ið bæði ganga í 5. flokki. Leikurin er sermerktur á tann hátt, at áskoðarnir eru við til at stýra leikgongdini.
Umframt leikin fáa næmingarnir eisini 100 sms við royki og heilsuboðskapum, eins lýsingar verða í sjónvarpinum. Klistrimerki eru eisini gjørd til herferðina. Tað er sostatt eitt rættiliga stórt tiltak, sum nú fer av bakkastokki. Jákup Veyhe samstarvar við fyribyrgingarráðið um verkætlanina.
Heimasíðan er www.murrr.fo