Herferð ímóti mær

Nýggi Fiskimálaráðharrin, Johan Dahl, skilir ikki skuldsetingarnar um hansara ivasomu fortíð sum stjóri á Vágs Skipasmiðju. Hann sigur seg vera reinsaðan bæði í Frágreiðingini um 80 árini og í samband við skipamálini

-Leitið í 80 ára frágreiðingini, har finna tit nógvar góðar krimisøgur. Nakað soleiðis tók formaður Miðfloksins, Jenis av Rana til, tá málið um Anfinn Kallsberg var í hæddini í desember mánað í fjør.
Um fjølmiðlarnir hava fylgt ráðunum hjá Jenisi skal verða ósagt, men eitt nýtt mál um eina ivasama fortíð spøkir aftur føroyskum politikki. Ivið hevur leingi verið sáddur fortíðina hjá nýggja Fiskimálaráðharranum, Johan Dahl.
Í áttatiárunum var Johan Dahl stjóri á Vágs Skipasmiðju og spurningar hava verið reistir um hansara leiklut í samband við skipasmíð og almenn veðhald.
Útvarp Føroya segði í tíðindunum mánakvøldið, at veðhaldsgrunnurin misti 74, 9 mio krónur upp á Vágs Skipasmiðju í árunum 1988, 1989 og 1990 í veðhaldsútleggum.

Reinsaður
Johan Dahl sigur seg ikki skilja skuldsetingarnar um hansara ivasomu fortíð. Hann heldur ikki tað tað er rætt at sáa iva um hansara leiklut á Vágs Skipasmiðju.
? Eg var stjóri á Vágs Skipasmiðju og í 1989 fór hon á heysin. Tað er keðiligt at vit mistu pengarnar, men tað var ikki tað stóra, vit kundu gera, sigur Johan Dahl
Johan Dahl fortelur, at hansara persónur bæði er nevndur í Frágreiðingini um 80 árini og í samband við skipamálini, men eingin ákæra varð reist og tí heldur hann ikki tað rætt at sáa iva um hansara leiklut.
Hetta líkist eini hetz ímóti mær. Eg kann standa við tað, eg havi gjørt. Eg havi einki at goyma, tí bæði 80 ára frágreiðingin og skipamálini siga tað sum sigast skal um málini, greiðir hann frá.

Líkist ikki Anfinni
Í Útvarpi Føroya í gjár kom fram, at serliga Fólkaflokkurin setur spurnartekin við leiklutin hjá Johan Dahl og um hesin er skikkaður til ein landsstýrissess.
Fólkaflokkurin hevur undir samgongusamráðingunum stríðst við Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin um at tryggja Anfinni Kallsberg ein landsstýrissess, men bæði Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin søgdu seg ikki hava álit á Anfinni.
Undir samgongusamráðingunum heitti Fólkaflokkurin staðiliga á Sambandsflokkin taka fyrilit fyri ivasomu fortíðini hjá Johan Dahl, tí fekk fyrrverandi stjórin á Vágs Skipasmiðju ein landsstýrissess, kundi Sambandsflokkurin verða við til at seta samgonguna, løgmann og Johan sjálvan í eina trupla støðu.
Fleiri vilja vera við, støðan hjá Johan Dahl minnir nógv um støðuna hjá Anfinni Kallsberg. Fólk seta spurning við, hvørt Johan Dahl er skikkaður til ein landsstýrissess, tá Anfinn Kallsberg ikki er tað.
Høvuðspersónurin sjálvur hevur onga viðmerking til samanberingina og vísir til formannin í Sambandsflokkinum, sum hevur meldað greitt út, at flokkurin ikki hevur álit á Anfinni Kallsberg.
Hvussu er og ikki, so kann ein róliga staðfesta, at ABC-samgongan ikki fingið bestu byrjanina upp á samgonguskeiðið