Til umbrótaran (lat meg fáa lidnu síður á print) jan
Trúboðan
Jóannes Hansen
Ein óræddur hermaður Harrans. Hesi orðini standa á einum gravsteini í Gamla kirkjugarði í Havnini. Steinurin stendur á grøvini hjá D. J. Danielsen ella Dollanum, sum hann varð nevndur. Hann var havnarmaður og livdi frá 1871 og til 1916. At frammanfyri nevndu orð komu á gravsteinin mundi komast av, at hann var tann fyrsti føroyski ytri missionerurin. Í fleiri ár var hann í einari sjómansmissión, og síðani í Kongo?Balolo missiónini í Afrika. Hann var maskinmeistari á einum missiónsbáti á Kongoánni og kunngjørdi samstundis evangeliið.
Í 1904, tá hann var 33 ára gamal, kom hann aftur til Føroya, tí hann var merktur av malaria. Hann arbeiddi í Føroyum seinastu tólv árini, og vit venda aftur til hansara.
Millum mongu kristiligu tiltøkini, sum vóru kring landið á páskum, skipaðu brøðrasamkomurnar kring Skálafjørðin fyri einari missiónsstevnu ella einari stevnu um trúboðan, sum tað varð nevnt. Umframt møtir og samkomur varð skipað fyri einari framsýning, har umleið 20 felagsskapir og samfeløg, sum eru innanfyri føroysku samkomurnar, sýndu fram. Mett verður, at frá tí at framsýngin lat upp langa fríggjadag og inntil hon lat aftur 2. páskadag, varð hon vitjað av umleið tvey túsund fólkum.
Ein av luttakarunum á stevnuni var Øssur Berghamar. Í næstan 28 ár hevur hann verið trúboðari millum føroyingar í Keypmannahavn. Hansara leiklutur á stevnuni var millum annað at lýsa trúboðanarsøguna hjá samkomunum og møguleikar fyri trúboðan.
? Framsýningin sýndi, at møguleikarnir eru óteljandi. Eg haldi, at legurnar í Zarepta hava verið eitt ógvuliga týdningarmikið trúboðanarverk í eina triðings øld, og vit kundu t. d. nevnt trúboðanina í skrivaða orðinum, útvarpi, sjónvarpi og á so ógvuliga mangar mátar ? bæði burturi og heima. Men tá alt kemur til alt, so eru tað umvend og yvirgivin menniskju, sum í hjarta og sinni eru gripin av boðskapinum um frelsu í Kristi Jesusar blóði, ið kunnu gera nýtslu av øllum amboðunum, staðfestir Øssur Berghamar, tá vit spyrja hann um møguleikarnar.
Nýtt ættarlið fyri tríati árum síðani
Tá vit fregnast eftir trúboðanarsøguna hjá brøðrasamkomunum í Føroyum, vísir Øssur Berghamar á, at tað serliga hevur verið tey seinastu tríati árini, at trúboðarar eru farnir frá samkomunum og í fremmand lond at kunngera gleðiboðskapin:
? Gamli Sloan, sum var skoti, var fyrsti trúboðarin í Føroyum. Av tí, sum hann sáaði, komu fólk til trúgv og samkomur vórðu grundaðar. Fyrrapartin av 20. øld vóru Andrew Sloan og Victor Danielsen kendir trúboðarar í Føroyum, og frá umleið 1960 fóru aðrir at arbeiða sum fulltíðar trúboðarar í Føroyum, t. d. Zacharias Zachariassen í Gøtu og Brynleif Hansen, sáli, sum var ættaður úr Fuglafirði, og sum var undangongumaður fyri legunum í Zarepta.
Hetta eru trúboðarar, sum hava arbeitt og arbeiða í Føroyum, og aðrir eru komnir síðani. Tá tað snýr seg um føroyskar trúboðarar aðra staðni greiðir Øssur Berghamar soleiðis frá:
? D. J. Danielsen ella Dollin var nevndur. Frá tí at hann legði frá sær og fram til umleið 1970 fór eingin úr føroysku brøðrasamkomunum aðra staðni fyri at brúka alla sína tíð í trúboðanarverki. Fyri 40?45 árum síðani gav Petur Háberg, sáli, eitt tíðarrit út, sum hann nevndi Lív og læru. Í 1961 skrivar Zacharias Zachariassen, sum tá var á bíbliuskúla í Onglandi, so rannsakandi, so rannsakandi um henda spurningin. Tað gjørdi hann, beint eftir at Victor Danielsen var deyður. Zacharias skrivar: " Hugsa um hetta: Í meiri enn 40 ár er eingin føroyingur í samkomuni stigin fult út fyri Kristus. Eitt tómt pláss. Eitt varskóskot".
? Eg havi ikki nágreiniliga talið á teimum, sum síðani tá eru farin úr samkomunum í Føroyum við tí endamáli at kunngera gleðiboðskapin fyri fremmandum fólkum og fólkasløgum, men tey eru mong. Nú eru trúboðarar í Íslandi, Eysturgrønlandi, Vesturgrønlandi, Suðurgrønlandi, Danmark, USA, Meksiko, Venesuela, Guinea í Vesturafrika, Senegal, Papua Nyguinea, Sorimi, Filipsoyggjunum, Russlandi, Mongolia og ivaleyst aðra staðni við. Tá hava vit ikki nevnt tey, sum eru trúboðarar aðra staðni út frá øðrum samfeløgum í Føroyum, og tey, sum eru í stutttíðartænastu í fleiri londum og sum eitt nú eru við missiónsskipum, soleiðis sum Dollin var tað fyri hundrað árum síðani.
Hví eru so nógvir føroyingar trúboðarar aðra staðni?
? Gud hevur signað okkara lítla land ríkiliga. Nógv hava funnið frið við Gud, og tað er hugaligt og gleðiligt at staðfesta, at tey eru mong, sum hava verið kallinum líðin. Harrin Jesus segði jú, áðrenn hann fór til Himmals, við lærisveinarnar, at teir skuldu fara út í allan heimin við gleðiboðskapinum. Tryggingin hjá hesum var, at Gud hevði alt vald, og vit kunnu siga, at teirra pensión var, orð Kristusar, at "Eg eri við tykkum allar dagar inntil enda tíðarinnar".
Supply hevur stóran týdning
Síðani vit fóru at hoyra um oljuvinnuna í Føroyum, er supply vorðið eitt alt meiri kent og viðkomandi orð. Øssur Berghamar vísir á, at hetta sama hugtakið hevur stóran týdning í trúboðanarverki:
? Veitingarnar heimanífrá eru alneyðugar. Tað er lívsneyðugt, at tey, sum eru heima, minnast tey í bøn, sum eru farin út við evangelinum, og at tey, sum eru farin aðra staðni við evangelinum, stuðla trúboðanini og trúboðarunum. Týdningurin av hesum varð nógv undirstrikaður á stevnuni á Skálafjørðinum, og tað var sera viðkomandi. Tað er ein forrættur at vera við í trúboðanini, og tann forrættin eiga ikki bara tey, sum verða nevnd fulltíðar trúboðarar, lut í, men øll, sum á so sera ymiskan og fjøltáttaðan hátt stuðla trúboðanini og trúboðarunum, lut í. Vit eiga at vera trúboðarar, sum boða tað, ið okkum er givið, og sum á gravsteininum á grøvini hjá D. J. Danielsen í kirkjugarðinum undir Svínaryggi, so vildi eg ynskt, at tað kundi verið sagt um okkum, at vit vóru óræddir hermenn Harrans, ella sum tað hevur verið sungið í Zarepta í mong ár "Eg eri við í Guds heri og stríðist fyri sannleikan", endar Øssur Berghamar.
Í dag fara hann og eingilska kona hansara, Susan, aftur til Keypmannahavnar at halda fram í kristiliga og sosiala arbeiðnum, sum tey síðani 1973 hava gjørt út frá Kristnastovu á Birmavej á Amager. Saman við teimum arbeiða í fulltíðar starvi eldri sonur teirra Andrew og kona hansara Sara.