Herfólk halda vakt í Keypmannahavn

160 hermenn skulu út á gøturnar í Keypmannahavn at standa vakt.

 

Tað skrivar Jyllands Posten frá Ritzau í dag.

 

Løgreglufólk í Danmark hava havt fleiri vaktaruppgávur seinastu tíðina, serliga síðan eftirlit við markið bleiv sett í gildið aftur, og nú skulu hermenn hjálpa teimum við uppgávuni.

 

Umframt at hjálpa til við marknaðareftirliti, skulu teir eisini standa vakt uttanfyri ymsar jødiskar stovnar, tí fleiri hava verið út fyri fleiri yvirgangshóttanum og millum annað var sýnagogan í Krystalgade í Keypmannahavn álopin.