Herfølgeleikarar til AB

AB hevur í dag, fríggjadagin, keypt teir báðar Steven Lustu og Jesper Falck frá Herfølge

Hetta skrivar danska Ekstra-Bladet í dag. Samstundis, sum teir báðir Herfølge leikararnir fara til AB, fer Peter Frank, sum áður hevur leikt við Herfølge øvugta vegin.

Sten Sarka, sum er nevndarlimur hjá Herfølge, sigur við blaðið, at prísurin, sum AB beyð Herfølge, var hin rætti, og at spælararnir eisini fingu eitt gott tilboð.

Sarka viðgongur, at serliga missurin av Lustu kann verða tungur. Nýkosni landsliðsleikarin hevur seinastu tvey árini verið ein av týdningarmestu leikarum felagsins, og í meistaraárinum varð hann kostin besti leikari av áskoðarum felagsins.

Samstundis vónar Sarka tó, at Peter Frank aftur kann finna tað støðið, sum hann leikti á, tá hann seinast var í felagnum.