UEFA-Cup
Sum væntað, so eydnaðist ikki Herfølge at vinna 5-0 leiðsluna, sum grikkar høvdu við sær á ferðini, aftur. Hinvegin, so kundu Jákup Mikkelsen og liðfelagarnir endiliga aftur fegnast um ein sigur, eftir eitt higartil sera soltið kappingarár.
Herfølge legði annars sera bragdliga fyri, og áðrenn fyrsti minutturin var lagdur aftur um bak, hevði XXX sett bóltin í griksku meskarnar.
AEK kom tó heilt skjótt inn í dystin, teir fingu takið á miðvøllinum, og tá teir so eftir hálvan tíma javnaðu leiðsluna, mundi seinasta vónin hjá Herfølge fara. Hetta hendi, tá Milen Petkov varð spældur púra leysur framman fyri málinum hjá Jákupi.
Faxe nøgdur
Bert tveir minuttir inn í seinna hálvleik fekk Chris Hermansen eitt ivasamt brotsspark, sum hann sjálvur setti í netið, og hetta vísti seg eisini at verða avgerandi málið.
AEK fekk eisini tillutað eitt ivasamt brotsspark frá dómaranum, men Jákup Mikkelsen, sum brotsspåarkið varð dømt ímóti, vardi, tá hann legði seg á vinstru liðina.
Bjargingin hjá Jákupi, sum ikki var tann einasta í dystinum, var sostatt ein av høvuðsorsøkunum aftan fyri sigurin, sum Herfølge-venjarin tóktist sera væl nøgdur um.
- Vegna spælararnar eri eg sera fegin um sigurin. Síðani meistaraheitið hevur talan nærum bert verið um vónbrot hjá okkum, men vónandi kann hetta verða við til at venda skeivu gongdini, segði Faxe eftir dystin.
Komandi sunnudag skal Herfølge royna seg í sera týdningarmiklum dysti. Teir skulu tá til Århus, har AGF rættiliga hevur fingið gongd á, og millum annað hevur yvirhálað Herfølge ´í botnstríðnum.