Herfølge fekk ein orduligan undir vangan, tá teir sunnudagin seint seinnapartin vóru á útivølli í Gladsaxe. AB vann 3?0, men hóast Herfølge tapti stórt, so eru teir framvegis greitt á odda, og nú tað resta níggju umfør eru teir framvegis besta boðið at vinna DM.
Tað skal hepni til at vinna DM, og hvat úrslitunum hjá kappingarneytunum viðvíkur er Herfølge heppið. Brøndby og Lyngby fingu bæði bara eitt stig. Tað vil við øðrum orðum siga, at fjarstøðan frá teimum og fram við Herfølge er seks stig.
Tvær ferðir upp í slag hevur Brøndby í síðstu løtu fingið javnleik, eftir at teir hava verið aftanfyri. Í Viborg vóru teir tvær ferðir á odda, men heimaliðið javnaði báðu ferðirnar. Stig Inge Bjørneby, norski kantspælarin sum Brøndby hevur fingið úr Liverpool, skoraði bæði málini.
Í Aalborg hevði heimaliðið greiða yvirvág, og teir misnýttu eina rúgvu av møguleikum. Men teir í Lyngby vóru hepnir og fingu javnleikin, sum ber í sær, at teir framvegis eru við millum teirra, sum elta Herfølge.
Men nú er tað ferðalagið farið at fjølgast. Við sigrinum á Herfølge kom AB upp á sama stigatal sum Brøndby og Lyngby, og tað gjørdi Silkeborg eisini. Teir vunnu tepran, men alíkavæl sannførandi 1?0 sigur á OB, sum stríðist fyri at sleppa leyst úr botninum.
Todi í ein tíma
FCK hevur ilt við at lætta sær úr áttanda plássinum, sum teir hava havt síðani undan vetrarsteðginum. Sunnudagin vóru 12.171 áskoðarar í Parkini og sóu FCK vinna 3?1 á botnliðnum úr Esbjerg. Sigurin ber við sær, at tað FCK hevur langt sjey stig millum seg og niðurflytingar strikuna.
Hol kom ikki á fyrrenn í 47. minutti, tá norðmaðurin Harald Brattbakk legði heimaliðið framum.
Todi spældi á miðvøllinum í vinstru fyrsta tíman. So varð hann avloystur av Peter Christiansen. Tað var hesin sum í síðstu løtu staðfesti 3?1 sigurin.
Esbjerg javnaði til 1?1, tá 67 minuttir vóru farnir, og í 72. minutti legði Carsten Hemmingsen FCK framum 2?1 upp á brotsspark. Dómurin, sum vísti seg at vera avgerandi fyri gongdina, varð sagdur at vera ivasamur.
Hýrurin á áskoðarunum hjá heimaliðnum var sjálvandi góður, men tey vóru ikki vitni til stórt fótbóltsundirhald.
FCK skal í eldin aftur í steypakappingini í annaðkvøld, tá teir á heimavølli skulu spæla ímóti AB, sum í síðstu viku sendi Herfølge úr steypakappingini. Mánakvøldið skulu teir spæla á heimavølli í landskappingini ímóti OB.
Kiksaðu
Herfølge kendi ikki sína vitjunartíð í Gladsaxe. Gestirnir løgdu fyri sum eitt ódnarveður. Teir høvdu fleiri upplagdar møguleikar, og tað ber væl til at imynda sær, at Jákup Mikkelsen nú fer at fáa høvi aftur at skjóta brotsspark. Eitt korter var farið, tá Herfølge fekk gylta møguleikan úr ellivu metrum at seta hol á, men skotið hjá Jens Madsen var vánaligt.
Eftir misnýtta brotssparkið misti Herfølge púra takið. Í 31. minutti setti Abdul Sule hol á, og hann var høvuðsmaður í støðuni sum, tá seinna umfarið var ellivu minuttir gamalt, bar avgerðina við sær, at stigini skuldu vera eftir hjá AB. Dómarin bríkslaði fyri brotssparkið, tí hann metti ein av verjuspælarunum hjá Herfølge at hava skumpað álopsmannin í ryggin, og Brian Steen Nielsen sendi úr ellivu metrum Jákup Mikkelsen annan vegin og bóltin hin vegin.
Sjónvarpsmyndirnar vístu týðuliga, at talan var ikki um brotsspark, men heldur um glantrileik.
John Faxe Jensen (hann spældi ikki sjálvur við hesa ferð) flutti fólkið fram, so Herfølge síðsta tíman var í 2?4?4 uppstilling. Hetta hevði spentar støður við sær í báðum endum, og tað var bara AB, sum fekk mál. Í ein móti einu støðu megnaði Jákup Mikkelsen at verja fyri, men bólturin støkk út til Brian Steen Nielsen, sum sendi flatt millum beinini á málverjanum, ið var á veg inn aftur á strikuna.
Sunnudagin skal Herfølge spæla á heimavølli móti AaB.
jh