Herfølge selir áleypara

Thomas Christensen fer í vár at spæla í týsku bundesliguni

 

Superliga


Tað mundi koma væl við hjá Herfølge, tá danska meistaraliðið í heyst fekk tilgongd av einum fyrrverandi sponskum landsliðsleikara. Síðani hann blaðungur slapp at royna seg á landsliðnum, og varð skýrdur sum eitt risa stórt álopstalent, hevur tað tó fyri tað mesta gingið niður eftir hjá Thomas Christensen, sum spælarin eitur.

Eftir at hava roynt seg í ymsum smærru sponskum feløgum og eftir eitt miseydnað uppihald í grikskum fótbólti, setti Thomas Christense í heyst kós móti faðirlandinum (mamman er sponsk), har hann síðani hevur roynt seg hjá Herfølge.

Í sáttmálanum, sum hann gjørdi við Herfølge, var eisini niðurfelt, at hann skuldi hava møguleika at fara, um onkur útlendskur keypari gjørdi vart við seg, og hetta er nú hent.

Heimasíðan hjá Herfølge skrivar, at felagið og Thomas eru komin ásamt um at selja álopsleikaran til eitt týskt felag, sum spælir bundesliguni. Tað verður ikki nevnt, hvat felag talan er um, men væntandi varð hetta kunngjørt í gjár.