Herfølge ruddiliga sett upp á pláss

Uppgerðin í summarveðrinum á Sælandi minti nógv um tær, sum føroysku liðiðini plaga at vera annar parturin í

Fyri fyrstu ferð nakrantíð var altjóða fótbóltur á skránni í Herfølge, tá Glasgow Rangers mikukvøldið vitjaði á summarklædda stadion í Køge Kommunu. At verturin var lítil og óroyndir sást á fleiri brøgdum. Dystarprogrammið - eitt falsað A3 ark - var ússaligari enn tey flestu, tá føroysk lið spæla heimadyst í Europa Cup. Tað tóktist heldur ikki sannførandi, og tað hóvaði heldur ikki heimaáskoðarunum, tá vertirnir undan dystinum høvdu sekkjapípumann á vøllinum, umfram at hann í steðginum spældi Amazing Graze við sekkjapípum. Tað tóktist, sum áskoðararnir hildu, at hetta var at taka fyrimunin av heimavølli burtur.

Og á vøllinum vóru heimamenninir serliga í 1. hálvleiki tungir og fjáltursstungnir.

- Í steðginum segði venjarin, at vit skuldu gloyma alt uttan-hóvastákið og spæla frígjørt. Eg haldi, at okkara avrik var væl betri í 2. hálvleiki, og tað var spell, at vit í hvussu so er ikki skoraðu eitt mál.

Hetta segði Jákup Mikkelsen eftir 3-0 tapið. Hann var einasti maður á heimaliðnum, sum áður hevði verið í altjóða uppgávum. Umframt landsdystir, hevur hann roynt seg í Europa Cup. Tað gjørdi hann, tá KÍ í 1992 spældi móti Skonto Riga.

John Faxe Jensen er Herfølge maðurin við størstu altjóða royndunum. Mikukvøldið helt hann seg tó á síðulinjuni í samfullar 90 minuttir:

- Eisini í dystum, sum verða taptir, ber til at finna okkurt positivt. Vit taptu 3-0, og tað vóru røttu menninir, sum løgdu rygg til tapið. Um tað framyvir hevði verið málleyst miðskeiðis í 2. hálvleiki, so hevði eg sett meg sjálvan inn á vøllin, segði Herfølge venjarin.


Málini

Jákup Mikkelsen hevur eftir summarsteðgin fingið sær annan málmansvenjara. Talan er um Svend Knudsen, sum var fyrsti málmansvenjari hjá Jákupi í Herfølge. Tá Ole Mørch fór til AB, gjørdist Svend Knudsen hjálparvenjari, og eina tíð hevði Jákup ongan málmansvenjara. So gjørdist fyrrverandi kappingarneytin hjá Jákupi, Kai Larsen, málmansvenjari, men í nýggja kappingarárinum arbeiða Svend Knudsen og Jákup Mikkelsen aftur saman.

Málmansvenjarin nýtti 50 ára føðingardagin hjá sær til at hita Jákup upp, og føroyski landsliðsmálverjin stóð seg sum heild væl.

- Eg haldi, at hann kundi havt bjargað fyrsta málinum. Skotið hjá týska Jörg Albertz var gott, men tað var úr 35 metrum, og sýnið hjá Jákupi var gott, helt Herfølge venjarin eftir dystin.

Jákup segði einki um hetta, men onkur tíðindamaður helt, at málmaðurin kundi ikki lastast fyri dúkkandi og skrúvandi brandskotið, sum fór dygst undir samankomingini.

Hevði jákup havt bjargað skotinum, so hevði talan verið um framúr málverjaspæl. 28 minuttir vóru farnir, tá fyrsta málið kom. Tveir minuttir seinni var Jákup púra ósekur, tá mótstøðumenninir steðgaðu Herfølge uppspæli. Giovanni Van Bronckhorst streyk ígjøgnum í vinstru, og Rodney Wallace stýrdi flata innlegginum í kassan.

Í 2. hálvleiki drønaði miðverjin, Lorenzo Amoruso, eftir stutt fríspark úr 17 metrum framvið manngarðinum og upp í hornið - uttan møguleika hjá málverjanum.


Herfølge meira skotskir

Glasgow Rangers er samansett av stórspælarum úr Hollandi, Italia, Týsklandi, Onglandi umframt skotum. Fyrrverandi hollendski landsliðsvenjarin, Dick Advocaat, hevur fingið rættuligt fastlandssnið í spælið.

Jörg Albertz var ein ríur generalur, Giovanni Van Bronckhorst var sterkur í vinstru, og Stefan Klos í málinum vísti fleiri ferðir góðar bjargingar, tá Herfølge síðstu løtuna trýsti. Tá fekk Jákup eisini møguleikan, tí Rangers hótti við mótálopum.

Meðan Rangers brúkti hugfloðið og nógvar statiónir, so royndi Herfølge í skotskum stíli við longum sendingum fram á vøllin. Tað gav einki. Rangers fer at fáa fleiri stig í bólkaspælinum, meðan Herfølge er lítið meistarakent. Tað verður ivalaleyst at gera hjá Jákupi Mikkelsen í Hampden Park, Glasgow, annað mikukvøld.