yri fyrstu ferð í nýggja kappingarárinum var Jákup Mikkelsen at síggja á sjónvarpsskíggjanum mikukvøldið. Sjøtul varð settur á nýggja kappingarárið við einum dysti ímillum meistarraliðið Herfølge og steypavinnararnar úr Viborg.
Spælbýtið var javnt, ferðin var ikki serliga høg, og neyvleikin var ikki tann, sum hann plagar at vera, tá liðini eru í fullgóðari venjing. Umhvørvið var heldur ikki einum toppdysti verdugt. Einir túsund áskoðarar hugdu at, og tað er lítið, tá hugsað verður um rómin, sum plagar at vera, tá tað í Onglandi verður sett hol á eitt nýtt kappingarár við uppgerð á Wembley ímillum meistaraliðið og steypavinnararnar.
Viborg vann 8?7. Eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum 1?1. Heine Fernandez legði miðskeiðis í 2. hálvleiki Viborg á odda. Hann fekk bóltin stungnan fram ímillum. Eftir miðásinum rann hann frá verjuspælarunum, og ein metur inni í brotsteiginum sendi hann dygst inn við stólparótuni til vinstru fyri seg sjálvan.
Herfølge javnaði, tá sjey minuttir vóru eftir. Tommy Schram gjørdi nýtslu burturúr brotssparki.
Farið var beinleiðis til brotssparkskappingina, og tá spældi Jákup Mikkelsen ikki so lítlan leiklut. Hann bjargaði einum brotssparki og skoraði upp á eitt. Men Herfølge tapti brotsparkskappingina 7?6. Tveir í Herfølge misnýttu. Tann seinni var venjarin John Faxe Jensen, sum hevði skift seg sjálvan inn á vøllin í 2. hálvleiki.
Umframt stóra steypið fekk Viborg eitt hundrað túsund krónur. John Faxe Jensen og Jákup Mikkelsen søgdu báðir, at teir sóu dystin sum ein venjingardyst til superliguna. Herfølge skal spæla fyrsta landskappingardystin mikukvøldið. Tá fáa teir vijtan av AaB.
jh










