Tað gekk ikki soleiðis, sum teir í oddaliðnum í superliguni høvdu vónað, tá Herfølge mánakvøldið var á vitjan í Lyngby. Heimaliðið vann 1?0, og við sigrinum gjørdu teir eitt orduligt skarvslop á støðutalvuni. Nú er Lyngby næstfremst. Teir hava 32 stig og eru tískil fimm stig aftanfyri Herfølge.
Herfølge hevði ein hampuliga stóran málmøguleika beinanvegin. Bólturin varð ikki bara lyftur upp um málverjan, men eisini upp um málið hjá Lyngby, og nógv tað mesta av tíðini var tað heimaliðið, sum so at siga slerdi tónan ann.
Sigursmálið fekk Lyngby miðskeiðis í 1. hálvleiki. Jákup Mikkelsen, sum bæði undan málinum og aftaná hevði havt fleiri góðar bjargingar, var púra seldur av verjuni og kundi einki gera, tá Lyngby skoraði.
Ein høgur bóltur varð spældur úr vinstru og aftur til handara stólpa. Úr tólv metra fjarstøðu varð royndi Martin Birn við skoti móti málinum, Jákup Mikkelsen royndi at verja fyri við fótinum, men hann rakk ikki bóltin, sum tók í handara stólpan, áðrenn Steffen Bidstrup á heimaliðnum var fyrstur á returinum og skumpaði bóltinum inn um strikuna.
Í Lyngby vóru tey sjálvsagt ovurfegin um tey trý stigini, sum gera, at Lyngby í staðin fyri at vera eitt lítið áhugavert í miðjuni av støðutalvuni, nú er eitt av oddaliðunum.
John Faxe Jensen, venjarin hjá Herfølge, var sjálvsagt ikki nøgdur við avrikið og úrslitið. Venjarin er avgjørdur, tá hann metir um møguleikarnar hjá Herfølge at vinna DM:
? Tað eru fjúrtan dystir eftir at spæla, og fimm stig eru einki at tosa um. Ikki minst tá havt verður í huga, at trý stig verða latin fyri at vinna. Mínir spælarar mugu arbeiða stútt og miðvíst alla tíðina. Eg havi sagt teimum, at um teir ikki gera tað, so hava teir ongan møguleika. Vit kundu eins væl havt vunnið í dag sum teir, men tað var eitt mistak, at keturnar á liðnum lógu so langt frá hvørjari aðrari, sum tær gjørdu, helt spælandi venjarin, ið skifti seg sjálvan av vøllinum, tá tað restaði eitt korter.
3.043 áskoðarar vóru í Lyngby. Tað sirmaði, og umstøðurnar vóru einki serligar. Nógv fólk hevði sunnudagin og mánadagin verið á Lyngby stadion og skumpa kava av vøllinum, sum ikki var serliga góður at spæla á.
Sunnudagin fer Brøndby, sum nú er á triðja plássi, til Herfølge.