Herfølge hvessir álopið

Dennis Conteh er keyptur úr Fraklandi og til Herfølge, har hann skal verður sáttmálabundin í stívliga tvey ár


 


Hóast tað stendur illa til í Herfølge, so hava teir ikki givið skarvin yvir í royndini at leingja tilveruna í superliguni. Í fyrradagin frættist, at teir hava gjørt sáttmála við ein nýggjan álopsspælara. Talan er um 25 ára gamla Dennis Conteh. Hann hevur síðani 1997 verið sáttmálabundin í Strasbourg, sum spælir í bestu fronsku deildini.

Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá álopsspælaranum, sum hevur havt ilt við at spæla seg til fast pláss á liðnum. Í fjør var hann útleigaður til Viborg, har hann stóð seg hampuliga væl.

Felagið hjá Jákupi Mikkelsen hevur verið sera óheppið. Ikki færri enn átta spælarar hava drigist við skaðar. Onkrir av hesum eru um at vera tøkir aftur, so kanska fer tað nú at ganga rætta vegin. Fyrsta treytin fyri hesum er, at allir spælararnir sum ein smoyggja stríðshamin á seg.

Fyri trimum vikum síðani kom Jens Madsen aftur til Herfølge. Tað var hann, sum dygst undan kappingarbyrjan í summar fór til Grikkalands í staðin fyri at skriva undir nýggjan sáttmála við Herfølge. Hesum varð annars roknað við. Ferðin til Grikkalands gjørdist ikki nakað ævintýr. Tað var skjótt, at Jens Madsen fór til Skotlands, og nú er hann ? sum ein annar burturvilstur sonur ? komin aftur til Herfølge.

Tveir teir næstu dystirnir hjá Herfølge vera av alstórum týdningi. Sunnudagin skulu teir spæla á útivølli í Gladsaxe ímóti AB, og annan sunnudag skulu teir spæla á heimavølli ímóti Haderslev. Nýggi álopsmaðurin verður á liðnum longu komandi vikuskifti.

jh