Higartil í hesum árinum hevur tað verið eitt sindur ivasamt, hvussu tað hevur verið statt við heimildunum hjá Jan Dam at spæla fótbólt í Danmark. Landsliðsmaðurin hevur síðani í august í fjør vant við Herfølge, og hann hevur eisini spælt onkran dystin á næstbesta liðnum, men tvey ára sáttmálin, sum HB og Jan Dam undirskrivaðu í fjør, er framvegis galdandi, og øll viðurskifti viðvíkjandi at flyta spæliloyvi til Danmarkar hava ikki verið í lagi.
? Jan hevur helst spælt onkran dystin við Herfølge uttan at spæliloyvið hevur verið í lagi. Men nú er hetta komið upp á pláss. Vit hava gjørt eina avtalu við Herfølge, og Fótbóltssambandið hevur flutt spæliloyvið hjá honum til DBU.
Hetta sigur Jógvan Páll Lassen, sum hevur við sáttmálarnar hjá Havnar Fótbólti at gera, og hann er kontantur, tá vit fregnast fyri at frætta, hvussu nógv teir hava fingið frá Herfølge fyri at geva teimum spæliloyvið hjá Jan Dam:
? Vit fáa ikki eitt oyra fyri hetta. Jan Dam hevur tænt HB í nógv ár. Hann verður 31 ár næstu ferð, hann fyllir, og vit duga ikki at síggja nakað endamál í at krevja pengar fyri at geva honum loyvi at spæla á næstbesta liðnum hjá Herfølge.
Avtalan millum HB og Herfølge er galdandi fram til miðjan juni, tá kappingarárið í Danmark verður liðugt. Tá fellur spæliloyvið hjá Jan Dam aftur til HB, og teir í HB rokna við møguleikanum, at Jan Dam fer at hjálpa teimum í summar.
Men hvat nú, um Herfølge vil hava hann at spæla við besta liðnum hjá teimum?
? So verður talan um eina nýggja støðu, og so ivist eg ikki í, at vit í øllum góðum fara at finna fram til eina loysn saman við Herfølge, men tá fara vit sjálvandi at krevja eina samsýning fyri at geva teimum rætt at brúka spælaran, meðan hann er sáttmálabundin hjá okkum, sigur Jógvan Páll Lassen.
Næstbesta liðið hjá Herfølge spælir í øki tvey í Danmarksseriuni. Seks umfør eru spæld, og tað hevur gingið væl hjá Jan Dam og teimum. Teir hava 13 stig og eru næstovast. Hvidovre er ovast við 15 stigum.
Í vikuskiftinum spældi Herfølge á útivølli móti uppflytarunum úr felagnum, sum eitur AB 70. Ta ferðina fekk ikki so væl hjá Herfølge, sum tapti 2-1. Leygardagin skulu teir spæla á heimavølli móti næstbesta liðnum hjá Lyngby.