DANMARK 1. DEILD
Christian Høgni Jacobsen og Vejle vóru ikki í dysti í vikuskiftinum. Uppgerðin hjá teimum á heimavølli ímóti Randers Freja var á skránni í gjárkvøldið.
Herfølge styrkti í vikuskiftinum uppaftur meiri um vónina aftur at gerast partur av superliguni. Oddaliðið var á útivølli ímóti HFK Sønderjylland, sum fegið vil sleppa upp í part aftur í bestu deildini, og sum hevur havt blíðan byr tær seinastu vikurnar. Felagið hevur júst skrivað sáttmála við Jacob Laursen, sum áður hevur spælt í FCK, og sum síðstu tíðina hevur verið í Leicester í Onglandi. Hann var kortini ikki við leygardagin, tá ið Herfølge vann 3?2 í Harderslev.
Eitt annað av fremstu liðunum, Frem, hevði vitjan av grannunum úr Hvidovre. Hóast stórur munur er á liðunum á støðutalvuni, so var tað akkurát so, at Frem vann. Úrslitið var 3?2. Ølstykke fótaði sær aftur, eftir at tað leingi hevur gingið illa. Teir høvdu vitjan av B1909, sum varð sent aftur til Odense við 6?1 tapi.
FC Aarhus hevur havt stórar ætlanir um at flyta upp í superliguna, men tað hilnast ikki so væl á vøllinum, sum teir høvdu vónað. Hesa ferð høvdu teir vitjan av lítla Fredericia, sum fór til hús við 3?0 sigri!
Á Eysturbrúgv í Keypmannahavn spældu grannarnir B93 og Skjold 1?1. Johan B. Hansen og Horsens vóru í Odense og spældu ímóti B 1913. Úrslitið var 0?0.
HIK hevði í Hellerup vitjan av Brønshøj, sum noyddist til hús við 2?1 tapi.