Herfølge gott úrslit

Fótbóltur: Men nú eru seks vikur, síðani teir vunnu seinast. FCK var frammanfyri 2-0, men misti sigurin stutt fyri leiklok

Todi Jónsson hevði stuttan veg til dystin sunnudagin, meðan Jákup Mikkelsen noyddist í bussi bæði um Stórabelt og Lítlabelt.

FCK spældi á heimavølli móti AaB, sum saman við AB er oddalið í superliguni. Sum tær síðstu ferðirnar so noyddist Todi aftur hesa ferð at sita á beinkinum í góða løtu, áðrenn hann slapp upp í part.

Kim Brink, sum var tann, ið so at siga uppfann David Nielsen, tá Brinkurin var venjari í OB, hevði David Nielsen og Thomas Thorninger í álopinum.

Donsku fjølmiðlarnir siga, at David Nielsen spældi illa, og Todi loysti hann av, tá tað restaði ein lítil hálvur tími, og eitt sindur fyri leiklok kom Martin Nielsen inn fyri Thomas Thorninger.

12.000 áskoðarar vóru í Parkini, og teir flestu høvdu tað leingi heilt gott. Í 23. minutti legði Lars Højer FCK á odda, og tá Thomas Thorninger tveir minuttir inn í 2. hálvleik snittaði hornaspark frá Bjarne Goldbæk ? verður sagdur at vera nógv besti spælarin á vøllinum ? í netið, mundi tað verða fáur, sum roknaði við, at AaB fór at fáa nakað stig.

Men tað gekk tvørturímóti, sum tað gjørdi, tá FCK fyri nøkrum vikum síðani í Aalborg vendi 1-3 til 3-3. Gestirnir skoraðu tvær ferðir í Parkini, og donsku fjølmiðlarnir staðfesta, at umboðini fyri Chelsea, sum í sambandi við Europa Cup dystin hósdagin vóru og njósnaðust, sóu, at uppskriftin, sum skal brúkast móti FCK, er høgir bóltar í brotsteigin.

Eftir at AaB hevði minkað um munin, avgjørdi Kim Brink at broyta frá at spæla við tveimum og til bara at spæla við einum manni frammi. Tískil gjørdist tað luturin hjá Toda at vera einsamallur frammi, og tað var spell, tí tað tykist vera betri fyri føroyingin, um hann hevur ein mann afturat sær í álopinum.

Um Todi Jónsson fær møguleikan hóskvøldið er óvist. David Nielsen fekk, sum sagt, vánaligt skoðsmál, men bløðini halda heldur ikki, at Todi sá serliga væl upplagdur út. Men nú fáa vit at síggja.


Jákup spældi væl

At fáa 1-1 í Silkeborg verður mett sum gott úrslit. Men tað kundi havt skorist uppaftur betur hjá Herfølge, tí tað restaði bara eitt korter, tá teir eftir horna, sum var longt, komu á odda.

Men bara fýra minuttir seinni var javnt, tá innlegg úr vinstru varð stútað í kassan. Tað verður ikki mett, at Jákup Mikkelsen hevði nakran møguleika at bjarga. Føroyski landsliðsmálverjin, sum í Tipsblaðnum í síðstu viku verður sagdur av álvara at hava sligið sítt navn fast millum bestu málverjarnar i superliguni í ár, hevði fleiri góðar bjargingar.

Í Silkeborg vóru teir annars misnøgdir við, at teir ikki fingu eitt mál góðkent, tá tólv minuttir vóru farnir. Bólturin fór inn um Jákup Mikkelsen, og heimamenninir vildu vera við, at hann var innanfyri strikuna, áðrenn verjuspælari beindi honum burtur, men linjuverjin og dómarin góvu teimum ikki viðhald.

Brøndby, sum europeisku meistarakappingini í morgin skal spæla á útivølli móti Manchester United, vann fríggjakvøldið á heimavølli móti Viborg. Úrslitið var 2-0. Lyngby og AGF spældu 1-1, og Vejle vann 2-0 á heimavølli móti B93. AB skuldi fyri fyrstu ferð síðani Christian Andersen fór úr felagnum, royna seg, men teir noyddust at avlýsa í Aarhus, har Fremad skulid vera heimaliðið. Nógva regnið hevði við sær, at tað var ikki spælandi. Hetta var onnur ferðin upp í slag, at AB ikki slapp á vøllin orsaka av regni. Dysturin hjá teimum á útivølli móti Lyngby var avlýstur næstsíðsta vikuskifti.

Støðan í superliguni er tann, at AaB hevur 27 stig, AB 26, Brøndby 21, Herfølge og FCK 20, Vejle 19, AGF 18, Lyngby 16, Silkeborg 14, Viborg 12, Aarhus Fremad 11 og B93 4 stig.

Trettan av 33 umførum eru løgd afturum. AB hevur spælt 11 dystir, og AGF, Lyngby, Silkeborg og Aarhus Fremad hava spælt 12 dystir.

Komandi sunnudag skal FCK enn eina ferð royna seg móti B93. Síðst megnaðu teir bara ein javnleik móti teimum. Herfølge fær vitjan av AGF.