Herfølge framvegis ósigrað

Fótbóltur: Jákup Mikkelsen var arbeiðsleysur, tá Herfølge vann 2-0 móti Esbjerg mánakvøldið

Herfølge vann seg mánakvøld fram á næstfremsta plássið í superliguni, og liðið er saman við toppliðnum AB einasta ósigraða liðið í donsku kappingini í ár.

1922 áskoðarar vóru til dystin millum Herfølge og Esbjerg, sum eisini varð sendur beinleiðis á sjónvarpsrásini TV3+.

Fyrri hálvleikur av dystinum var illa spældur og undirhaldið var lítið. Gestirnir vístu betri samanspæl, men teir komu ongantíð ígjøgnum verjuna hjá Herfølge, og tí var Jákup Mikkelsen mest sum arbeiðsleysur.

Í seinna hálvleiki menti Herfølge seg munandi, og eftir ein tíma høvdu teir gjørt tvey mál. Fyrst var tað Henrik Lykke, sum skoraði við frálíkum fluktara, og Lars Jacobsen økti til 2-0 átta minuttir seinni.

Eftir tey bæði tøttu málini hildu teir á heimaliðnum fram við at søkja at málinum hjá Esbjerg, og fleiri ferðir var um reppið, at teir øktu.

Esbjerg bjargaði meira enn eina ferð á málstrikuni, og góður stútari hjá Bo Henriksen endaði á tvørstongini.


Í toppinum

Við sigrinum kom Herfølge upp á 15 stig, og tað eru bara tvey stig færri enn toppliðið AB, har fyrrverandi Herfølge-venjarin, Ole Mørch, stendur við róðrið.

Dysturin var enn ein staðfesting av, at undirmettað liðið úr Herfølge er eitt gott boð til eina oddastøðu í ár. teir spæla betri og meira álopssinnað enn nakrantíð, og tað riggar væl.

Herfølge-venjarin, John Faxe Jensen, sum hevur broytt spælistílin hjá Herfølge, slapp hesaferð at sita á áskoðaraplássunum, tí hann fekk reytt kort í seinasta dystinum.


Óvæntað hjálp

til Herfølge

Donsku fjølmiðlarnir hava bitið merki í eina serstaka hending undir dystinum mánakvøldið.

Eina ferð í fyrra hálvleiki, tá Esbjerg hevði hornaspark, kom fekk Herfølge-liðið óvæntaða hjálp. Tað var stadionspeakarin sum tók mikrofonina, og bað verjuna ansa eftir einum leysur manni uttarliga í brotsteiginum. Tað fekk álopsmannin Jesper Falck at renna aftur og verja Esbjerg-mannin...