Upphæddin, sum svarar til 20.000 kr., skal gjaldast, tí spælararnir hjá donsku meistaranum skikka sær ov illa á vøllinum.
Tá Herfølge varð sligið úr UEFA cup kappingini móti grikska AEK athen, fingu fimm spælarar á danska liðnum gula kortið, og hetta heldur UEFA vera í meira lagi.
Umframt Herfølge, hevur eisini Viborg fingið bót. Bótin hjá teimum var 7.000 frankar, svarandi til 35.000 kr.