Herfølge er fallið

Bygdarliðið á Sælandi hevur sagt farvæl við superliguna, Jákup Mikkelsen og harvið ivaleyst eisini stuðulin frá fótbóltsáhugaðum føroyingum

 

Superliga


At tað gongur upp og niður her í verðini, og at tað ofta er stutt og skjótt frá tindinum og niður í dalin er so ofta at síggja og hoyra. Ikki minst í fótbólti sást hetta aftur og aftur.

Fyri einum ári síðani vóru stóru yvirskriftirnar hjá okkum og hjá donsku pressuni, at Herfølge í toppinum í superliguni helt fram at renna undan øllum hinum. Støðan var so óvæntað, at fjølmiðlar nógva staðni kring Europa tóku í sjáldsomu tíðindini, og rómurin mundi ongan enda tikið, tá Jákup Mikkelsen sum fyrsti føroyingur nakrantíð og allir hinir í Herfølge fingu handaðar gullkrónur, DM steypið og rættin til Europa Cup.

Síðani tá hevur gingið av skriðuni, og sunnudagin varð seinasti naglin settur í. Nú er tað greitt, at Herfølge eftir summarsteðgin skal spæla í næstbestu deildini.


Jákup helt frí

Fyri einari viku síðani søgdu vit, at nú var Jákup Mikkelsen arbeiðsleysur. John Faxe Jensen vil hava, at málverjin, sum skal standa ímillum stólparnar komandi ár, fær fleiri royndir, og tí var tað Claus Uldengaard og ikki Jákup Mikkelsen, sum var í málinum hjá Herfølge, tá teir sunnudagin vóru í Haderslev og spældu ímóti longu niðurflutta Sønderjylland.

Herfølge gjørdi tað, sum teir kundu. Hóast heimaliðið kom á odda, tá níggju minuttir vóru farnir, so svaraði Claus Hermansen aftur fýra minuttir seinni, og ellivu minuttir undan leikloki skoraði Dennis Conteh sigursmálið. Tað sóu 1.495 áskoðarar.


AB setti naglan í

Men hóast Herfølge fekk trý stig, so varð niðurflytingin veruleiki. Einasta liðið, sum Herfølge kundi røkka undan triði síðsta umfarinum, var AB. Teir høvdu vitjan av Viborg, og AB vann 2?0. Málini skoraðu teir í 66. og í 67. minutti. Harvið hevði AB syrgt fyri, at meistararnir frá í fjør fara at spæla í næstbestu deildini komandi kappingarár.

Hví tað skuldi ganga so av skriðuni hjá Herfølge, hevur tað verið tosað og skrivað nógv upp og niður um. John Faxe Jensen staðfesti sunnudagin, at tey trý umførini í Europa Cup ivaleyst høvdu kostað teimum stig í fyrstu tíðini í hesum kappingarárinum, og at mettan frá DM ivaleyst hevði borið við sær, at spælararnir ikki høvdu verið so uppsettir, sum teir vóru í DM árinum. Og so er tað ein veruleiki, at tað kom illa við, at Herfølge síðsta summar seldi tveir av bestu spælarunum, og at tveir aðrir av DM liðnum rýmdu.

Jákup Mikkelsen kemur í vikuni heim til landsdystirnar, og harvið er tíðarskeiðið í Herfølge liðugt hjá honum, og tað man fara at vera so sum so við áhuganum fyri Herfølge ímillum fótbóltshugaðar føroyingar.


AGF í holpa

Tað er ikki so langt síðani, at AGF var í eygsjón hjá Herfølge. Nógvu tey síðstu umførini hevur tað bara gingið rætta vegin hjá Århus, og sunnudagin settu teir trumf á. OB hevði ikki tapt í sjey dystum upp í slag, og seinastu tvær ferðirnar høvdu teir vunnið 4?0 ímóti AGF.

Men hagtølini høvdu lítið at siga hjá AGF. Hóast heimaliðið í Odense leikliga so avgjørt ikki lá undir, so vann AGF við ikki minni enn 4?0, og nú verður møguleikin nevndur, at AGF fer at røkka plássi í Intertoto Cup.

Í Aalborg var karneval leygardagin. Áskoðararnir til dystin ímóti FCM ætlaðu sær gott lag. Teir fingu ein kvøkk, tá FCM kom á odda, men tað endaði væl. AaB vann 2?1, og teir ætla sær framvegis pláss í UEFA Cup.