Matstovan Hereford í Klaksvík, sum hevur verið stongd í eina tíð, letur í dag upp aftur. Nýggir leigarar skulu reka matstovuna. Tað eru Andreas Jacobsen og Símun Esmar Vágsá, sum nú skulu reka Hereford matstovuna í Klaksvík, eftir at Johannes Brandal valdi at gevast við sínum virksemi.
Resturant Hereford hevur opið hvønn dag í vikuni frá kl. 18 til kl. 24.