Herdi ein dóm og linkaði tríggjar

Eystari Landsrættur staðfesti dómarnar frá Føroya rætti, men broytti revsingina hjá Sea Shepherd.

Í morgun fall dómur í Eystara Landsrætti í dómunum móti Sea Shepherd viðvíkjandi grindunum í Bø og í Sandagerði. Hetta eru tær báðar grindirnar, sum løgdu beinini 23. juli í fjør.

 

Øll fimm handtiknu vóru funnin sek í sama mun sum í Føroya rætti, hóast tey høvdu kært málið, men Eystarli landsrættur valdi at broyta revsingina hjá fýra teirra.

 

Maðurin, sum varð handtikin í Sandagerði, tí hann noktaði at akta boðum løgreglunnar um at flyta seg úr grindaøkinum, fekk eina harðari revsing. Føroya rættur gav honum 5.000 krónur í bót, men Eystari Landsrættur hækkaði bótina upp í 12.500 krónur.

 

Tey, sum vóru handtikin í Bø, fingu bøtur úr 25.000 upp í 35.000, men Eystari Landsrættur fastsetti allar bøturnar til 25.000 krónur. Felagsskapurin Stitching Sea Shepherd Global fekk staðfest sína bót upp á 75.000 krónur.

 

Eystari Landsrættur broytti eisini avgerðina hjá Føroya rætti hvat viðvíkur gummibátinum, sum løgreglan hevði lagt hald á. Eystari Landsrættur staðfesti, at løgreglan hevur heimild at leggja hald á bátin eftir grindalógini.