Herdar reglur fyri útlendingar

Málið um Dmitri Jankovic fekk í fjør FSF til at herða reglurnar fyri spæliloyvi til útlendskar spælarar

 

Eitt rættiliga prinsipielt kærumál var fyri hjá FSF í fjør, tá AB varð kært fyri at brúka Dmitri Jankovic, hóast hesin ikki hevði fingið nýtt arbeiðs- og uppihaldsloyvi.

 

AB fekk onga revsing, tí Aganevndin staðfesti, at spæliloyvið var í lagi. Vanlig siðvenja hevur verið, at FSF bert hevur kravt váttan um føroyskan bústað, tá spælari flytur frá útlandinum til Føroya. Bústaðarváttan verður ikki givin, uttan at spælarin hevur fingið arbeiðs- og uppihaldsloyvi.

 

Hinvegin siga lógirnar hjá FSF, at felagsskapurin skal akta landsins lógir, og tí hevur FSF gjørt av at herða reglurnar fyri spæliloyvum til útlendskar spælarar.

 

Soleiðis hava føroysku feløgini fingið boð um, at váttan um endurnýggjan av arbeiðs- og uppihaldsloyvi skal sendast til FSF, áðrenn spælarin verður nýttur í dysti í 2015.