Herdar reglur fyri brenniolju á skipum

Nýggjar reglur koma í gildi 1. januar, ið herða krøvini til brenniolju á skipum

Fyrsta januar verða strangari reglur til ta brenniolju, ið skip brúka. Tað boðar Umhvørvisstovan frá í dag.

Nýggju reglurnar bera við sær, at brennioljan, ið nýtt verður av føroyskum skipum og skipum, ið sigla í føroyskum sjógvi, skal ikki hava meira enn 0,5 vektprosent av svávuli. Samstundis skulu skip, ið liggja við bryggju ella á føroysku firðunum, ikki nýta brenniolju, ið hevur meira enn 0,1 vektprosent av svávuli.

Tað er altjóða sjóvinnustovnurin hjá ST, IMO, ið hevur sett nýggju krøvini, ið koma í gildi 1. januar í 2020.

Tað er tó ikki líkt til, at nýggju krøvini fara at vera til stórvegis ampa her heima, tí Umhvørvisstovan hevur tikið royndir á nøkrum skipum í Føroyum, og øll skipini høvdu útlát á minni enn 0,1 vektprosent av svávuli. Flestu føroysku skipini brúka gassolju, ið er tunn og inniheldur lítið av svávuli.

Umframt vanliga CO2 dálking kann olja eisini dálka við ørðum evnum, alt eftir hvør olja talan er um. Tá olja við svávuli verður brend, kemur eisini svávultvíilta, ella SO2, úr motorinum, ið saman við luft og vatni verður til svávulsýru. Haraftrat standast eisini nitrogenilta og sótbitlar frá brenningini av olju, sum eins og svávulsýra kunnu vera heilsuskaðilig.