Herðaklapp frá Fíggjareftirlitinum

Fyri trimum árum síðani metti Fíggjareftirlitið, at útlánini hjá Norðoya Sparikassa vóru undir miðal, men nú er vent í holuni.

Í juni mánaði var danska Fíggjareftirlitið á regluligari eftirlitisvitjan í Norðoya Sparikassa, og staðfestir frágreiðingin frá hesi vitjan, at dygdin á útlánunum er yvir miðal, og at sparikassin hevur eitt hóskandi virkisgrundarlag.

 

Norðoya Sparikassi fegnast um, at øll viðurskifti í sparikassanum eru í lagi, og skoðsmálið frá Fíggjareftirlitinum ber við sær, at sparikassin metir seg vera væl brynjaðan til komandi avbjóðingar, og er harvið væl fyri til kappingina um kundarnar.

 

Marner Mortensen tosaði við Hilmar Jan Hansen til tíðindasendingarnar hjá Miðlahúsinum. Trýst á pílin undir myndini, fyri at hoyra samrøðuna.

 

Einastu viðmerkingarnar hjá Fíggjareftirlitinum vóru, at sparikassin átti at økt niðurskrivingina upp á ein ávísan kunda við 264.000 krónum og at sparikassin skal gera eina nærri lýsing av, í hvønn mun hann ynskir at átaka sær marknaðarváða, herundir rentu-, virðisbræva- og gjaldoyraváða.