Herða verkfallið í morgin

Sjúkrarøktarfrøðingar herða verkfallið í morgin til skurðdeildina á Klasvíka Sjúkrahúsi

Í morgin fer verkfallið hjá Føroyskum Sjúkrarøktarfrøðingum eisini at fevna um skurðdeildina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

 

Tað skrivar Felagið Føroyarski Sjúkrarøktarfrøðingar á heimasíðuni.

 

– Vísandi til avtalu frá 1. juli 2014 millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar um fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi, verður hervið boðað frá arbeiðssteðgi fyri allar skurðsjúkrarøktarfrøðingar og deildarleiðara frá týsdegi 17. oktober 2023 kl. 08:00, ið arbeiða á niðanfyri standandi deild: Skurðdeildin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, skrivar Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar.