Hesaferð verður verkfallið her við at lýstur verður arbeiðssteðgur fyri allar skurðsjúkrarøktarfrøðingar, deildarleiðarar/funktiónsleiðarar og varaleiðarar/toymisleiðarar.
Herðingin av verkfallinum kemur í gildi nú klokkan 8 í morgun.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur síðani 2. oktobur verið í verkfalli. Síðani tá er verkfallið alsamt víðkað, og frá í morgun fevnir tað um 40 deildir á øllum trimum sjúkrahúsum.












