Herd krøv kunnu kosta Booking.com eina milliardabót

Pallurin Booking.com hevur fingið boð frá kappingarmyndugleikunum í Spania at rinda eina bót uppá 413 milliónir evrur.

Pallurin Booking.com er í vanda fyri eina milliard bót fyri at gagnnýta sína ráðandi marknaðarstøðu í Spania. (Savnsmynd). - Mynd: Fabrizio Bensch/Reuters

Hetta svarar til yvir tríggjar milliardir krónur.

 

Tað skrivar AFP.

 

Hetta kemst av, at Booking.com sambært sponsku myndugleikunum hevur misnýtt sína ráðandi marknaðarstøðu í landinum á ymsan hátt.

 

Til dømis hava hotell verið sett órímilig krøv til prísáseting av kømrum, verður pástaðið.

 

Spansku myndugleikarnir halda millum annað, at hotellini hava verið undir klausuli, sum forðar teimum í at bjóða síni kømur til lægri prísir enn tey á Booking.com.

 

/ritzau/

 

Pallurin Booking.com er í vanda fyri eina milliard bót fyri at gagnnýta sína ráðandi marknaðarstøðu í Spania. (Savnsmynd). - Mynd: Fabrizio Bensch/Reuters