Umhvørvisstovan setir strangari krøv til virkið hjá Varðanum Pelagic, tá virkið á Tvøroyri verður bygt upp aftur.
Tað segði Suni Petersen deildarleiðari hjá Umhvørvisstovuni, við útvarpið hjá KVF í kvøld.
Umhvørvisstovan setur vanliga krøv til útlát og trygd. Hetta kann millum annað hava við sær, at trygdin kring ammoniangoymsluna skal herðast.
Hann sigur, at tað vórðu eingi slík krøv í tí gomlu góðkenningini og at Umhvørvisstovan ikki visti av, at tað var ein trupulleiki fyrrenn eldur kom í.
Suni Petersen sigur við útvarpið, at tey hava hugt eftir hvussu slík góðkenning og hvørji krøv verða sett aðrastaðni og brúka tað vitanina nú krøv skulu setast til virkið á Tvøroyri.










