Hercules
Seinasta mikudag keypti Framherji, sum frammanundan eigur Fagraberg, Vesturvón, Høgaberg og Stapan, stóra verksmiðjutrolaran Hercules, sum fyrr í ár brendi, meðan skipið var til fiskiskap í Kyrrahavinum.
116 mans vóru við skipinum hendan túrin, eldur kom í. Teir flestu bjargaðust, men 11 lótu lív.
Eldur kom í skipið beint eftir, at vaktarskiftið hevði verið umborð. Tí vóru menn ikki í koyggjuni, men antin á veg av vakt – ella á vakt.
Í samrøðu við Sosialin, segði kona føroyska skiparan, Jóna Rasmussen, at eftir fáum minuttum, stóð at kalla alt skipið í ljósum loða.
Tað var reiðaríið Thor í Hósvík, sum átti skipið. Hetta var tann fyrri verksmiðjutrolarin hjá felagnum, sum eldur kom í yvir lutfalsliga stutta tíð.
Eingin avgerð
Í samrøðu við Sosialin seinasta hósdag váttaði Anfinn Olsen, reiðari, at Framherji dagin fyri hevði keypt skipið frá Tryggingarfelagnum Føroyar.
Í løtuni er Anfinn burturstaddur, men vit hava spurt konuna, Elisabeth E. Olsen, sum er triði parturin í Framherja, um felagið hevur gjørt av, hvat skipið skal brúkast til.
- Vit hava keypt Hercules, tí vit meta, at skipið hevur ymiskar møguleikar, bæði innan fiskivinnu og aðra vinnu.
Hon sigur, at enn er endalig avgerð ikki tikin, men arbeitt verður við ymiskum møguleikum.
Spurd, um felagið í hesi meting eisini hugsar um oljuvinnu, sigur hon, at hetta er ein møguleiki.
- Oljuvinnan flytir seg norðureftir og heilt norður í polarøkini, og ein fyrimunur við Hercules er, at skrokkurin er ísstyrktur. Tí kann skipið eisini brúkast til sigling á leiðum, har ísur er.
Sum skilst, verða líka stór skip sum Hercules brúkt til eitt nú seismikkvirksemi, og tí verða hesir møguleikar eisini tiknir við, tá Framherji fer at taka endaligu avgerðina um skipið.
Elisabeth E. Olsen leggur tó dent á, at enn er eingin avgerð tikin.
- Eg trúgvi, at í løtuni er møguleikin fifty fifty, um skipið fer aftur í fiskivinnu – ella, um talan kanska verður um virksemi í aðrari vinnu, eitt nú oljuvinnu, sigur hon.
Nógv jarn
Tað hevur ljóðað, at Framherji keypti Hercules fyri 36 miljónir krónur, men hetta vildi Anfinn Olsen, reiðari, ikki vátta, tá vit tosaðu við hann seinasta hósdag.
Elisabeth E. Olsen vísir á, at hetta er eitt stórt skip, og bara jarnið í skipinum er eitt virðið í sjálvum sær.
- Men tað er ikki ætlanin hjá Framherja at selja skipið sum gamalt jarn. Um so var, høvdu vit ikki keypt.
Hon vísir á, at Samherji, sum er samstarvsparturin hjá Framherja, hevur virksemi í ymiskum londum og tískil eisini hevur rúman kunnleika um møguleikar uttanfyri íslendsku og føroysku landoddarnar.
- Hevði skipið bert havt møguleikar í fiskivinnuni, høvdu vit ivaleyst verið meira varin, men sum sagt verða nú ymiskir møguleikar kannaðir, leggur Elisabeth E. Olsen aftrat.
Stórur skaði
Í samrøðu við Sosialin eftir herviliga eldin, segði forstjórin í Thor, Hans Andrias Joensen, at tað helst fer at kosta einar 200 miljónir krónur at umvæla skipið.
Umvælingin av Hercules kemur helst at kosta einar 200 miljónir krónur – og umvælingin av Athenu, sum eldur eisini kom í, fer at kosta einar 100 miljónir krónur, segði forstjórin við Sosialin.
Slík skip, sum Hercules og Athena, kosta sambært forstjóranum í Thor einar 400 miljónir krónur at byggja, og leveringstíðin er long.
Tað er ikki so langt síðan, at Vinnuvitan bar tíðindini um, at eitt nú Samherji í Íslandi lá úti eftir meirilutanum í felagnum, sum eigur Athenu.
Vinnuvitan skrivaði, at ein íslendsk kvettroynd við Samherja á odda at keypa meirilutan av partabrøvunum í Ocean Group Faroes, sum eigur stóra verksmiðjutrolaran Athenu, miseydnaðist.
Nú hevur so Framherji, sum Samherji eigur ein triðing í, keypt Hercules frá Tryggingarfelagnum Føroyar.