Herborg við enn einum stuttligum sangi

Herborg Torkilsdóttir syngur í nýggja sanginum um samspælið millum kvinnu og mann.

Skemtiliga country-sangarinnan Herborg Torkilsdóttir hevur eftir hondini givið fleiri landaplágur út. Nú er hon aftur klár við nýggjum lagi. Hetta lagið kallast "Gamalt, slitið ross".

 

Á Facebook skrivar hon, at temaið í sanginum er "samspælið millum kvinnu og mann".

 

– Tí eg meini so við, hví er tað so ringt at leggja hatta vesibrettið niður? spyr hon millum annað í sanginum.Framleitt hevur Danny Beck og Herborg eigur orð og lag.

 

– Vónandi taka tit væl ímóti lagnum, sigur Herborg Torkilsdóttir.

 

Hoyr nýggja lagið her:

 

##med2##