Talvsøga varð skrivað í Eysturskúlanum fyrr í dag. Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur ein genta vunnið FM í talvi. Tað var Herborg Hansen úr Klaksvík, sum í 9. og síðsta umfari tryggjaði sær FM heitið í kappingini millum unglingar.
Undan síðsta umfari vóru Heiðrikur T. Jacobsen og Herborg Hansen á odda við 6,0 stigum í part. Í dag vann Herborg við hvítum á Jóhan E. Vormadal, meðan Heiðrikur við svørtum telvaði remis ímóti Jóhan Róa Mortensen.
Herborg hevur verið við í fleiri ár, og í fjør endaði hon á triðja plássi í kappingini millum unglingarnar.
Endaliga støðan
Herborg Hansen 1544 7,0
Heiðrikur T. Jacobsen 1564 6,5
Høgni E. Nielsen 1461 6,5
Vagnur Dam 1424 6,0
Rúni Vormadal 1365 5,5
Heðin Gregersen 1269 5,5
Einar Gregersen 1193 4,0
Jóhan Rói Mortensen 1097 3,5
Sára Traber Olsen 1176 3,5
Johan Hentze 1182 3,0
Jóhan E. Vørmadal 1264 2,0
Rúni T. Jacobsen 1016 1,0
Mótstøðustig avgera plaseringina, tá ið tað stendur á jøvnum í stigum.