Skírishósdag, 17 apríl, fyllir Herborg Olsen í Sandavági 70 ár. Herborg er ynskt av 10 systkjum. Foreldrini vóru Óla Jacob og Nicolina uppi á Steig í Sandavági. Herborg, f. Thomasen, er gift við Vilhelm Olsen og eiga tey 8 børn. Sum ung var Herborg í Grønlandi og arbeiddi á sjómannsheiminum í Føroyingahavnini. Familjan hevur búð í Danmark og á Sandoynni í sambandi við trúboðaraarbeiði hjá Vilhelmi. Miðskeiðis í 70-unum búsettust tey í heimbygdini hjá Herborg, Sandavági. Herborg hevur tað best, tá hon hevur nógv av sínum egnu hjá sær. Serliga er Herborg góð við síni 14 ommubørn. Herborg er altíð klár at geva eina hjálpandi hond tá ið á stendur.










