Tú kennir teg vælkomnan inn í tann lítlan skúrin. Herborg er farin eftir vatni, og Ingólvur koyrir nakrar skeiðir av Karat í filtrið.
Jú, tey hava funnið stevið saman, bæði sum hjún og sum arbeiðsfelagar. Og ímeðan deymurin av nýbryggjaðum kaffi spakuliga fyllur rúmið, er ongin bíðitíð eftir mongu søgunum, sum tey fortelja um ein munn.
? Vit blivu góð á Oyrabakka í 1987 og longu árið eftir giftust vit, sigur Ingólvur, og Herborg er skjót at leggja afturat:
? Ja, tað var so heitt, at sama dag kom eldur í gamla Timburhandilin í Klaksvík.
Og so verður flent so hjartaliga.
Hon kemur við koppunum og hann við einum keksapakka. Og prátið kemur inn á matgerð og arbeiðsbýtið heima við hús.
- Vit skiftast um at gera mat. Hon ger mat til mín, og eg geri mat til hennara, sigur Ingólvur, sum eisini starvast sum køkshjálp á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Og Herborg, sum í síni tíð var á Húsarhaldsskúla, klappar búkinum vælnøgd.
- Ja, sum tú sært, eru vit alt ov glað fyri góðan mat. Men vit grenja ikki um vektina. Vit skiftast um at gera døgurða, og hvørgin okkara er kræsin. Men at baka lata vit onnur um. Vit búgva so nær við bakaran, og tað lættasta er bara at keypa, tá ið vit skulu hava okkurt søtt undir tonnina.
Gott arbeiðspláss
Tá ið Ingólvur Johannessen í 1995 byrjaði á bingjaplássinum hjá IRF, var hann einsamallur um arbeiðið. Men skjótt fekk hann hjálp frá Herborg, sum ongantíð hevur verið bangin fyri at taka eina hond í.
Í fyrstani var tað mestsum til stuttleika og fyri at halda mannin við selskap, at hon fór á bingjuplássið. Men sum góð og álítandi arbeiðsmegi kom eisini hon á lønarlistan hjá kommununi.
Og í dag er tað herliga parið í Jørundsgøtu í Klaksvík drívmegin á ruskplássinum. Tey taka ímóti rokaðum bilum, sum koma við óruddi á ruskplássið, og skipa soleiðis fyri, at burturkastið fer í rætta kontainaran. Tey syrgja fyri, at jarn og annað metall ikki kemur uppí tað, sum skal brennast, og tey spula og rudda upp eftir vitjandi. Og eisini er okkurt smávegis pappírarbeiði.
- Hetta er eitt gott arbeiðspláss, og vit eru væl nøgd við viðurskiftini. Vit koma í samband við nógv fólk, og vit uppliva okkurt hvønn dag.
Og tey møðast ikki av hvørjum øðrum, hóast tey eru saman bæði í arbeiði og sum maður og kona.
? Tað gongur uppá stás. Tað er stuttligari og betri at vera saman um hetta arbeiði, siga tey bæði, sum á pappírinum skulu taka tørn annaðhvønn leygardag, men sum kortini, tá ið avtornar, plaga at vera saman um vaktina.
Ókeypis sjónvarp
Tað eru ikki allir norðoyingar, sum eru líka raskir at sortera ruskið. Og tað eru tey somu, sum blanda alt saman. Papp, jarn, fløskur, battaríir og annað vandamikið burturkast.
- Onkuntíð fellur okkurt orð, tá ið vit blanda okkum uppí, og siga hvussu tingini skulu gerast. Tað loysir seg tó ikki at vera fornermaður. Og tað, sum vit ikki tíma at hoyra, kemur inn gjøgnum eitt oyra og útaftur gjøgnum hitt. Men sum heild, so eru fólk positiv og fitt, og tey lurta eftir okkum.
Men koyra fólk eisini góðar nýtiligar vørur burtur?
- Ájú. Tað kemur meira enn so fyri, sigur Ingólvur, og Herborg nikkar samtykkjandi.
- Vit hava eitt nýtt og næstan óbrúkt sjónvarp heima hjá okkum, sum var á veg í bingjuna. Tann, sum tveitti tað burtur, helt tað vera í ólagi, men viðkomandi hevði bara ikki skil at trýsta á Stand-by knøttin. Tað var onki galið við sjónvarpinum, sum nú stendur í stovuni heima hjá okkum.
Og Herborg minnir mannin á hornasofuna, sum neyvan var meira enn eitt ára gomul, og sum eisini mundi fingið somu lagnu.
Hana høvdu vit ikki pláss fyri, so nú hevur onkur annar fingið gleði av henni.
Ongar pengar við í himmiríki
Tey bæði Herborg og Ingólvur royna annars sum best at smíða sær eydnuna, og hevur ikki alt altíð gingið til vildar, so hava tey í dag eini fitt lítil hús og klára seg til dagin og vegin.
- Vit keyptu húsini fyri 200.000 krónur kontant, sigur Ingólvur glaður, og hann eins og Herborg er ikki sørt errin, at tey klára seg sjálvi bæði so og so.
? Jú, nú taka vit frí í nakrar dagar nú og fara til Skotlands at halda Norðoyarstevnu.
? Seinast sigldu vit, men hesaferð flúgva vit. Hvørki eg ella Herborg leggja nakað í alt fólkið og allan vertskapin, sum nú verður, so vit fara heldur á hotell í Aberdeen. Tað við pengum gongur nokk, tí vit hava júst fingið feriuløn.
? Og pengar eru til at brúka, tí vit fáa teir ikki við okkum í himmuríki, eru hjúnini eisini samd um.
Men hvussu eru tit kring í enska málinum?
Á, har hava vit keine problemen, dettur tað úr Herborg og hon hon flennur aftur í skellilátri.
Til arbeiðis
Vit fara út úr skúrinum og ganga millum tær mongu bingjurnar við kemikalium, jarni og øðrum burturkasti.
Økið, sum einaferð var grótbrot, er eisini bilpark norðoyinga. Hetta sjónliga arrið á vestursíðuni á Klakkinum er ikki serliga vakurt, og tað kann heldur ikki goymast burtur. Men millum alt skrambli; gamlar stovumøblum, brúktar bilar, brotnar harddiskar, gummistúlvlar og slitnar gólvmáttur er eisini hesin áhugaverda forvitnisliga opnað bókin um Herborg og Ingolf.
Tey bæði fara eftir kusti og spaka. Klokkan er nú so mikið, at skjótt koma teir fyrstu bilarnir, lessaði IRF við skrambli og burturkasti, inn á ruskplássið.