Herborg í Spaniustovu

 

Herborg Torkilsdóttir spælir á fyrsta sinni í Spaniastovu leygarkvøldið 24.okt.

Herborg hevur verið sera virkin seinasta árið. Hon hevur givið út fleiri stakløg og hevur verið nógv at hoyra í miðlunum. Hon varð eisini tilnevnd í bólkinum “Ársins nýggja navn” til FMA 2020.

Herborg sigur at hon og hennara dugnaligu tónleikarar fara at framføra løg hjá sær, bæði kend løg, sum “Are you sure”, “Lalala” og “Over the top”, men eisini fleiri løg, sum ikki eru givin út enn. 

Manningin er :
Herborg Torkilsdóttir, sang, Rakul Petersen, gitar og kór, Bjarni Lisberg, klaver, Michael Thomsen, bass, og Vár Miðberg, trummur