Herborg hevur fingið Ársins Sálarheilsuvirðisløn

Hon er heiðrar fyri sítt gevandi arbeiði á vaskarínum á Landsskjúkrahúsinum.

Sólvit E. Nolsøe, landsstýrismaður, hevur her handað Herborg Joensen blómutyssi (Mynd: Sinnisbati á Facebook)

Ársins Sálarheilsuvirðisløn varð í ár latin til Herborg Joensen fyri hennara góða og gevandi arbeiði á vaskarínum á Landsskjúkrahúsinum.

 

– Herborg hevur verið leiðari á Vaskarínum í mong ár og hevur gingið fremst, tá ið vit tosa um rúmliga arbeiðsmarknaðin. Hjartaliga til lukku góða Herborg, skrivar Sinnisbati í kvøld.

 

Sinnisbati handar á hvørjum ári eina sálarheilsuvirðisløn. Endamálið við virðislønini er at heiðra ein ella fleiri, sum hava varpað ljós á sálarheilsu, hava gjørt eitt serliga gott arbeiði og/ella átak fyri at betra um korini hjá fólki við sálarsjúku og avvarðandi teirra.

 

Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, handaði virðislønina í Reinsarínum til Altjóða Sálarheilsudagin, sum er í dag 10. oktober. 

 

Í grundgevingini til at lata virðislønina til Herborg Joensen stendur soleiðis:

 

##med2##

 

Sólvit E. Nolsøe, landsstýrismaður, hevur her handað Herborg Joensen blómutyssi (Mynd: Sinnisbati á Facebook)