Herborg Dølum er ársins fyrstuhjálpari

Á samkomu hjá Reyða Krossi í Havn kl 15 seinnapartin handaði Suni Vinther, formaður í Reyðakrossi Herborg Dølum heiðursbrævið sum ?Ársins fyrstuhjálpari 2007?

Umframt heiðursprógvið fekk hon eisini eina pengingagávu frá Tryggingarfelagnum Føroyar.

Bragdið hjá Herborg Dølum var, at hon bar so skjótt at, tá hon bjargaði einum starvsfelaga, Beintu Áargarð, undan álvarsamari hending, sum fór fram í septeber í fjør. Starvsfelagin setti ein køkubita skeivt í hálsin. Hon royndi at anda inn, men tá fór bitin longur niður, og hon fekk einki gjørt.

Herborg fekk samskift so frægt við Beintu og sá, at her var heilt galið. Hon dukaði á ryggin, men einki hjálpti. So tók Herborg aftanífrá um búkin á Beintu, knýtti annan nevan í og rykti fleiri ferðir ? og tá kom bitin upp.