Herbjørg samskipar eystanstevnu

- Vit fóru tíðliga í holt við at fyrireika eystanstevnu í ár, og nú eru feløgini í eystanstevnunevndini saman við Kunningarstovuni komin undir land við fyrireikingunum, sigur Herbjørg H. Jøkladal, leiðari á Kunningarstovuni í Saltangará

Eystanstevna

 

Í nógv ár hava eystanstevna í Runavík og varmakelda í Fuglafirði skifts um at hava havt FM-kappróður á sínum stevnum. Hetta skifti er framvegis galdandi, tó at Skála, sum hevði FM-róður seinasta vikuskifti, sum partur av Fjarðastevnu, eisini er partur av Runavíkar kommunu.

Nú eystanstevna verður hildin í Runavíkar-økinum, verður Sundalagsstevna samstundis hildin í Kollafirði, og tá verður eisini FM-róður, har eitt nú bátarnir hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ, Eysturoyingur, Sølmundur og Tjaldrið, verða við. Aftrat hesum verða eisini barnamanningar úr sama felag.

Tó at eingin kappróður verður á eystanstevnu, verður kortini høvi at síggja róðurin í Runavík. Hetta høvi verður á stórskíggja í tjaldinum, sum verður sett upp á bryggjuni hjá Runavíkar havn.

Teir tríggir bátarnir, sum rógva fyri Kappróðrarfelagið NSÍ í ár, liggja allir væl fyri í FM-kappingini, harav Eysturoyingur og Tjaldrið hava vunnið báðar róðrarnar, sum verið hava verið, meðan Sølmundur eisini hevur ligið millum teir fremstu.

 

Undir landi

Tað eru í fyrsta lagi fýra feløg, sum standa aftanfyri eystanstevnu, og hesi eru NSÍ, fimleikarfelagið Støkk, Kappróðrarfelagið NSÍ og Bátafelagið á Bakka.

Kunningarstovan í Saltangará hevur havt samskipandi uppgávuna, og her er Herbjørg H. Jøkladal dagligur leiðari.

- Jú, eg haldi, at fyrireikingarnar hava gingið væl. Feløgini, sum standa aftanfyri ymisku tiltøkini, hava verið tíðliga á sjóvarfallinum, og nú ein partur av skránni longu er virkin og vikuskiftið nærkast, har tey flestu tiltøkini eru, haldi eg, at vit so gott sum eru komin undir land.

Herbjørg sigur, at ein slík stevna krevur ein hóp av fólki til ymisku uppgávurnar sum eru.

- Vit kunnu næstan siga, at alt økið onkusvegna er merkt av, at vit nú fara at halda eysanstevnu, leggur hon aftrat.

 

Samstarv

Herbjørg H. Jøkladal fegnast eisini um tað samstarv, sum eystanstevnunevndin saman við Kunningarstovuni í Saltangará hevur gjørt við Sosialin um stevnublað, sum er í Sosialinum í dag.

- Tað lættir um, at vit ikki eisini skulu taka okkum av at geva eitt stevnublað út, sigur hon.

Kunningarleiðarin sigur, at hóast eingin kappróður verður á eystanstevnu á hesum sinni, hevur nevndin virkuliga sett sær fyri, at stevnan kortini skal vera líka áhugaverd at vitja, sum hon hevur verið onnur ár.

- Skráin er rættiliga rúgvusmikil. Hon er fjølbroytt og áhugaverd, og her er alt frá ítrótti til mentan og undirhald av ymiskum slagi – og fyri øll, sigur Herbjørg H. Jøkladal, leiðari á Kunningarstovuni í Saltangará.

Nú rættiliga nógv hevur verið at gera í sambandi við stevnuna, hevur kunningarleiðarin havt góð fólk til hjálpar á skrivstovuni, sum annars húsast í býráðshúsunum í Saltangará.