Herbert breyt beini_

Fyri B68 er ta_ stórur missur, at mi_verjin ikki ver_ur førur fyri at spæla nógvu tær næstu vikurnar, men Herbert vónar, at hann um tríggjar vikur aftur kann fara undir venjingarnar

Ta_ hevur ikki gingi_ væl hjá B68, og tá i_ ta_ nú tóktist sum um, at ta_ skuldi gleppa og glottar vóru at hóma, so var óeydnan aftur mein.
Ein tann mest ey_s_ndi B68 spælarin í UEFA Cup dystinum á Svangaskar_i hóskvøldi_ var Herbert í Lon Jacobsen í mi_verjuni. Fríggjadagin var_ greitt, at hann ver_ur ikki at síggja á vøllinum - í hvussu so er tríggjar tær næstu vikurnar.
Í fyrsta álopinum takla_i hann. Mótstø_uma_urin var seinur, og hann tóktist heilt klárt gera fríspark ímóti Herberti, sum tóktist fáa rættuliga ilt og var_ liggjandi í eina gó_a løtu. Men kortini lætst dómarin ikki um vón. Hann metti ikki, at mótstø_uma_urin hevur forbroti_ seg.
Herbert var_ á børu borin av vøllinum. Fysioterapeuturin hjá B68, Øssur Steinhólm, vi_gjørdi hann í einar fimm minuttir, og so spældi Herbert restina av tí_ini á tamb.
Nógva pínan og nógv hovna_i fóturin aftaná loki_ strí_ hev_i vi_ sær, at Herbert fríggjadagin var_ til kanningar á landssjúkrahúsinum. Har var dómurin, at eitt bein í fótli_num var broti_, og at li_bondini rundanum vóru nógv toygna_i. Í fyrsta umfari vóru bo_ini frá læknanum, at Herbert ikki ver_ur førur fyri at spæla fótbólt í tríggjar vikur.
- Eg hev_i als ikki rokna_ vi_ hesum. Tá i_ eg var_ eftirtakla_ur, fekk eg ógvuliga ilt. Men pínan hvarv so vi_ og vi_, og ta_ bar til at spæla, sjálvt um eg væl kendi til pínuna. Fram ímóti dystarenda hev_i eg aftur ógvuliga ilt, og aftaná var ta_ sjónligt, at okkurt var gali_. Eg hugsa_i um li_bondini, men ta_ var ikki í mínum tonkum, at eitt bein var broti_, sigur Herbert í Lon Jacobsen, sum ikki er gipsa_ur, men í sta_in hevur fingi_ ein serligan sokk, i_ stu_lar, tá i_ hann ver_ur blástur upp.
Ta_ gekk annars væl hjá tær hóskvøldi_?
- Solei_is kendi eg ta_ eisini. Ta_ harmar meg ógvuliga nógv, at eg ikki havi møguleika at hjálpa til í Letlandi og ímóti KÍ og GÍ í landskappingini. Eg vóni, at ta_ sí_ani fer at bera til at spæla, men eg dugi sjálvandi einki at siga um hetta enn.
Tríggjar vikur ste_gur orsaka av beinbroti, ta_ er styttri, enn ta_ plagar at vera?
- Tey, sum eg havi tosa_ vi_, siga sum vi_ ein munn, at ta_ plaga at ganga í hvussu so er seks vikur. Men eg haldi meg til ta_, sum læknin seg_i, og eg vóni, at hann fer at fáa rætt. Sum eg havi skilt ta_, so er talan um líti_ brot, sum liggur væl, sum ta_ plagar at ver_a tiki_ til.
Hvat mót hevur tú annars um lagnuna hjá n_ggja felagnum hjá tær?
- Á stigatalvuni sær ta_ einki serligt út. Men eg haldi kortini, at ta_ eigur at bera til at sleppa undan ni_urflytingini. Hesar seinastu vikurnar hevur talan veri_ um at samanspæla eitt li_ vi_ toluliga stø_ugm buli. Ta_ er ney_ugt, um naka_ skal spyrjast burturúr, at nógvir teir somu spæla hvørja fer_, og at ta_ ikki eru ov nógvar skiftingar, solei_is at spælararnir koma at kenna hvønn annan. So vit mugu vóna, at talan ikki ver_ur um fleiri óhapp av tí slagnum, sum var mær fyri hóskvøldi_, heldur Herbert í Lon Jacobsen.