Herbert aftur til B36

Verjuleikarin, Herbert í Lon Jacobsen, spældi øll ungdómsárini í B36, og fram til 2001 var hann partur av besta liði felagsins. Eftir at hava tikið útbúgving í Danmark, leikti hann í fjør við B68. Her gjørdust dystirnir tó nakað fáir orsakað av beinbroti, og nú ætlar hann sær so aftur at tørna út fyri B36. B36 hevur á heimasíðuni boðað frá, at teir hava gjørt sáttmála við leikaran.