Herbergið hjá Frelsunarherinum 25 ár í dag

Í dag fyllir Herbergið hjá Frelsunarherinum 25 ár. Tað var 1. Apríl í 1998, at Frelsunarherurin lat Herbergið upp fyrstu ferð.

Tilboðið til heimleys varð kallað »ein song fyri náttina«. Fyrsti leiðarin á Herberginum var Niels Edvard Olsen, sum eisini var soldátur í Frelsunarherinum. Tankin um eitt tilboð fyri heimleys kom nøkur ár fyrr, á leið 1994. Tað var í samband við umbyggingina av salinum, at tað bleiv kunnugt fyri soldátum í »korpsinum« í samkomuni, at tað vóru menn sum svóvu í bussskýlinum í Steinatúni. Korpsleiðarin og soldátar tóku stig til at keypa húsini undir liðini á salinum í Tórsgøtu og settu seg í samband við økisleiðsluna hjá Frelsunarherinum. Keypta húsið bleiv sett í stand til herberg, og tað vóru soldátar og vinir úr korpsinum sum gjørdu sjálvboðna arbeiðið.

 

##med2##

 

Tað kann nevnast, at ein av teimum allar fyrstu sum svóvu á Herberginum, meðan tað stóð undir umbygging, er núverandi leiðarin á Herberginum, Martin Kúrberg.

 

Í samband við føðingardagin verður samkoma uppi á Herberginum leygardagin 8. apríl.

 

Samkoman byrjar kl 14:00. Tað verður skonkt kaffi og serverað lagkøka. Hornorkestrið hjá Frelsunarherinum spælir og leiðarin í Herberginum, Martin Kúrberg, bjóðar vælkomin. Fyrrverandi leiðarin á Herberginum, Niels Edvard Olsen, hugleiðir um Herbergið frá byrjan og til nú.

 

Øll eru vælkomin!

 

##med3##

 

##med24##

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Stuðlið Mathjálpini
hjá Frelsunarherinum
Konto: 9181 - 000.495.623.2
Viðmerk «Mathjálp»

 

 

 Kunning

 

 

 

Til ber at stuðla arbeiðinum hjá Frelsunarherinum og Herberginum