Herbergið fekk kærleikskúluna

Ása Olsen, stýrisforkvinna í Dugna, handaði á hátíðarløtu fyri løtu síðan ársins kærleikskúlu. Í ár bleiv hon handað til Herbergið, og tók Martin Kúrberg, dagligur leiðari á Herberginum, ímóti henni. Á hátíðarhaldinum bleiv eisini avdúkað, at tað er listakvinnan Guðrið Poulsen, ið hevur sniðgivið kúluna í ár.


Tað eru níggju ár síðan, at kærleikskúlan fyrstu ferð bleiv handað, og skrivar Dugni fylgjandi um hana.


- Kærleikskúlan er eitt yndisligt listaverk, og ein savnaragripur við einum innihaldi av sonnum virði – kærleika og vinalag. Kærleikskúlan er ein munnblást glaskúla, ið ber brá av kærleika og góðsku. Kúlan er handgjørd og hvørt upplag er avmarkað. Ikki tvær kúlur eru eins, men hvør einstøk kúla er yndislig á sín egna hátt – júst eins og hvørt fólk á jørðini.


Kærleikskúlan 2017 verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið – frá síðst í november og til og við 23. desember – í gávubúðum kring landið. Allur vinningur fer til, at styrkja um arbeiðsførleikar hjá málbólkinum hjá Dugna.