Herálvur og nevndin halda fram

Tá freistin at stilla upp til formans- og nevndarvalið á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag, sum verður 18. apríl, var úti kl. 10.00 í gjár, vóru tað bara verandi formaður og nevndarlimirnir Maria V. Hansen og Jákup av Skarði, sum høvdu stillað upp. Tey eru tí afturvald uttan atkvøðugreiðslu á aðalfundinum.

– Hetta kann sjálvandi takast sum ein álitisváttan til nevndina og tað arbeiðið, sum nevndin hevur gjørt. Hinvegin kann tað órógva eitt sindur, at áhugin fyri at luttaka í nevndararbeiðinum ikki er størri, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, við Skúlablaðið.

Í januar og februar vóru umboð fyri nevndina á limafundum kring landið. Hóast tað vóru ávís øki, har limirnir mettu, at nevndin ikki hevði gjørt nóg mikið, eitt nú við ásetingina um førleikaviðbøtur, sum ikki eru settar í verk enn, so var ónøgdin munandi størri við politisku myndugleikarnar, sum bjóða fólkaskúlanum so trongar karmar at virka undir.