Løgmaður hevur sett Herálv Joensen sum deildarstjóra á oljumáladeildini.
Herálvur Joensen er 33 ára gamal og er útbúgvin cand. jur. og Master of Law.
Hann starvast í løtuni á Oljufyrisitingini, har hann hevur verið síðani 1994. Hann hevur m.a. tikist við at gera forkanningarloyvi og samráddist vegna Oljufyrisitingina við oljufeløgini, sum fingu loyvi at bora í Lopra.
Hann er limur í nevndini, sum arbeiðir við at gera tilbúgvingarætlan fyri Føroyar. Eisini hevur hann verið við at skriva uppskotið til kolvetnislóg, umframt greinandi partar av frágreiðingini hjá oljuráðleggingarnevndini.
Herálvur Joensen, sum hevur arbeitt tætt saman við núverandi leiðara á Oljufyrisitingini, Martin Heinesen, fer í sínum nýggja starvi m.a. at hava leiklutin sum forsprákari fyri fyrisitingina, nakað, sum Martin Heinesen hevur røkt hesi seinastu árini. Hann fer tá í aftur sítt upprunaliga starv sum leiðari av Jarðfrøðissavninum.
Har liggja nógvar uppgávur fyri framman í sambandi við bæði tulking av data og annars arbeiði í sambandi við eitt fyrsta útbjóðingarumfar.