Her vinnur Víkingur á Trepca 89

Video: Her ber til at síggja hæddarpunktini frá Champions League dystinum hjá Víkingi í gjárkvøldið

Víkingur tryggjaði í gjárkvøldið sær sjálvum eitt kærkomið útgangsstøðið í Champions League kappingini, tá teir í fyrsta undankappingarumfari vunnu 2-1 á heimavølli móti meistaraliðnum frá Kosovo, Trepca 89.

 

Sostatt hevur Víkingur góð kort á hondini til seinnu uppgerðina niðri í Kosovo um minni enn eina viku.

 

Hjá Víkingi skutu Gunnar Vatnhamar og Adeshina Lawal í gjárkvøldið málini. Gunnar Vatnhamar legði Víking á odda 1-0, meðan Adeshina Lawal í seinna hálvleiki legði Víking á odda 2-1, sum eisini var endaliga úrslitið.

 

Omanfyri ber til at síggja video samandrátt frá dystinum, sum Fótbóltssambandið hevur lagt út.

 

Víkingur - Trepca 89 2-1 (1-1)

1-0 Gunnar Vatnhamar, 17.

1-1 Fiton Hajdari, 39.

2-1 Adeshina Lawal, 73.