Víkingur vann sær í kvøld gott útgangsstøðið í steypakappingini, tá teir á útivølli móti Skála, vunnu fyrru hálvfinaluna 1-0.
Leingi varð líkt til, at dysturin skuldi enda við málleysum javnleiki, men móti endanum av dystinum slerdi verjuleikarin hjá Víkingi, Erling Jacobsen til, tá hann høvdaði eitt hornaspark í málið til 1-0.
Tað var annars dyggur smeitur fyri Víking at teir í kvøld mistu teir báðir landsliðsverjuleikararnar, Atla Gregersen og Bárður J. Hansen av vøllinum, eftir at teir fingu skaða. Tað er enn ógreitt hvussu álvarsamt tað er hjá teimum.
Men við smala sigrinum á Skála í kvøld, er Víkingur stórfavorittur at spæla finalu um Løgmanssteypið á Tórsvølli fimta árið upp í slag.
Skála – Víkingur 0-1 (0-0)
0-1 Erling Jacobsen, 88.










