Her vinnur Víkingur á B68

Video: Her ber til at síggja málini frá stórsigrinum hjá Víkingi móti B68 í dag

Víkingur vann seg í dag víðari í kappingini um Løgmanssteypið, tá teir vunnu útidystin móti B68 á Svangaskarði 6-1.

 

Toftamenn loyptu annars hvøkk á Víkingarnar fyrstu løtuna, tí B68 legði seg á odda 1-0 tíðliga í dystinum við máli frá Otto Reinert Petersen.

 

Men støðan helt sær ikki leingi, og tað sum eftir var av dystinum vóru verandi føroyameistararnir greitt omaná á Svangaskarði.

 

Omanfyri ber til at síggja video frá dystinum, sum Jóhan Thomsen hevur tikið upp.