Her vinnur NSÍ móti AB

Video: Síggj hæddarpunktini frá dystinum millum NSÍ og AB her

NSÍ er aftur oddalið í Effo-deildini. Tað staðfestu teir í gjár, við at vinna útidystin móti AB 2-1.

 

Jann Martin Mortensen var stóri spælarin á NSÍ liðnum í gjár, tí hann skoraði nevniliga bæði málini hjá útiliðnum. Fyri AB skoraði nýggi miðvallarin, Tróndur Jensen, tá hann minkaði um munin til 2-1.

 

Við sigrinum er NSÍ aftur á fremsta plássinum í Effo-deildini. Teir kunnu tó missa tað seinni í dag, tá B36 spælir sín dyst, sum er á heimavølli móti ÍF.

 

Omanfyri ber til at síggja hæddarpunkt frá dystinum, sum Jóhan Thomsen hevur tikið upp.